Sunnumorgunin 6. august kl. 8.00 kom ferðamannaskipið The World fyri fyrstu ferð inn á Runavíkar Havn. The World fór avstað aftur mánakvøldið 7. august kl. 18.00.
Hetta er eitt serligt skip og einasta av sínum slag í heiminum. Umborð eru 200 fólk úr øllum heiminum, og ferðafólkini eiga sjálvi íbúðirnar umborð. Manningin telur 280 fólk.


