Ternan
Alex Troleis verður venjari hjá meistaradeild monnum. Alex stóð á odda, tá Ternan vann sín fyrsta dyst hjá monnunu í bestu deildini seinasta kappingarár. Alex hevur verið mong ár í Ternuni og var ein av stovnaðurunum. Við sínum einastandandi áhaldni og flogbóltsførleikum, fer Alex at ganga á odda við okkara liði hjá monnum.
At styrkja um liðið og hava serligt fokus á, at fá okkara yngru leikarar við, hevur Ternan sett unga havnamannin Niels Niclasen. Niels hevur leikt flogbólt síðani hann var 6 ára gamal og hevur verið partur av besta liðnum hjá Fleyr í nøkur ár og hevur somuleiðis verið á landsliðnum.
Sambært Niels er hann serliga spentur uppá teir menningarmøguleikarnar sum eru í Ternuni. ´Ternan er eitt spennandi felag og tað at Ternan hevur so stóra tilgongd seinastu árini og hevur ein stóran hóp av ungum leikarum, ger at menningarmøguleikarnir er sera stórir.
Deil á Facebook