Mynd: Flogbóltssamband Føroya
Ternan-B71 3-0 (25-15, 25-17, 25-20)
Síðsta FM-finala er nú liðug og Ternan vann finaluna í bólki 2 fyri gentur 16. Dysturin var ímóti B71 og endaði við 3-0
Í fyrsta og øðrum setti var stórur munur, hóast B71 var á odda 5-3 í øðrum setti, men í triða setti var B71 á odda 19-15, tá stígur kom í, og Ternan javnaði til 19-19 og fór framum og vann settið 25-20.
Dagsins leikari hjá Ternuni gjørdist Andrea Melanie Andreassen, og hjá B71 gjørdist tað Elsi Hilbertsdóttir Blástein.
Deil á Facebook