Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.04.2024 22:34

Ternan er føroyameistari í G16, bólki 2

Mynd: Ternan

Gentur 16, bólkur 2:
Ternan – KÍF 3-1 (20-25, 25-17, 25-16, 25-12)

Við 3-1 sigri á KÍF hevur Ternan vunnið sítt annað føroyameistaraheiti í FM-finalunum fyri yngri deildir, sum verða spældar í Trongisvági um vikuskiftið.

Tað var annars KÍF sum legði best fyri og vann fyrsta sett 25-20, men so mentist Ternan og vann næstu trý settini sannførandi 25-17, 25-16 og 25-12.

Dagsins leikari gjørdist Jonna á Regni Højgaard úr Ternuni.