Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.03.2023 13:54

Ternan er føroyameistari í flogbólti fyri gentir 14 B

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Ternan-B71: 3-2 (25-20, 30-28, 20-25, 16-25, 15-9)

FM-finalu vikuskifti fyri yngru liðini í flogbólti í Trongisvági heldur áfram í dag, og dagsins fyrsti dystur av trimum, er nú leiktur. 

Gentir 14 B hjá Ternuni hava vunnið 3-2 á B71 og hava tí vunnið B-bólkin fyri gentir 14. Ternan fekk frálíka byrjan uppá dystin og kom á odda 2-0, men síðani tók B71 yvir og javnbrótari mátti til fyri at avgera dystin. Her kom Ternan afturíaftur og vann javnbrótaran 15-9. Tað tók heilar tveir tímar at avgreiða dystin.

Somu lið spældu eisini eina sera spennandi steypafinalu fyri trimum vikum síðani, og tá var tað eisini Ternan, sum fór av stað við sigrinum, eftir javnbrótara, so nú eru genturnar av Toftum greipuvinnarar.

Ternan hevur eitt sera virkið og væl virkandi ungdómsarbeiði og við hesi gongdini verður nýggjasta flogbóltsfelagið ovarliga í vaksnu deildunum eisini um ikki alt ov langa tíð. Besta kvinnuliðið hjá Ternuni, sum leikar í Føroya Tele deildini, er longu væl á veg.

Dagsins leikari fyri Ternuna varð Jonna á Regni Højgaard og dagsins leikari fyri B71 varð Elsi Hilbertsdóttir Blástein.