Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.09.2026 11:47

Terji smíðar nýtt 8-mannafar í Borg

Mynd: Mynd: Kappróðrarfelagið NSÍ

Kappróðrarfelagið NSÍ

Í vetur verður eitt nýtt 8-mannafar smíðað til felagið.

Heiða-Heiða-Heiðabáturin hevur áður skrivað søgu. Gullárini í 00øunum liggja nokk fremst í minnunum hjá mongum, báturin vann allar róðrarnar í 07 og 08 og tryggjaði sær tvey FM-heiti á rað. Tað varð bygt á eina sterka manning, gott samanhald og ágrýtni. Dygdir og fólk, sum framvegis eyðkenna nógv av tí arbeiði, ið verður lagt í felagið.

Síðani tá hava fleiri manningar borið 8-mannafarið fram. Summi ár hava úrslitini verið betri enn onnur, men felags fyri allar manningar hevur verið, at tær hava hildið lív í einum stoltum báti hjá felagnum og hava lagt nógv eftir seg.

Tá farið varð undir fyrireikingarnar til kappingarárið 2026, vóru væntanirnar ikki tær stóru. Kortini hevði høvuðsvenjarin, Svein Rógvi, eina ætlan. Hann setti nakrar menn og dreingir saman við einum máli um at manna eitt 8-mannafar aftur.

Soleiðis varð.

Heiðabáturin var í ár mannaður av yngri rógvarum, heilt nýggjum monnum og royndari kreftum, sum skuldu finna eitt felags stev. Manningin menti seg støðugt frá venjing til venjing, og tá summarstevnurnar komu, var greitt, at nakað spennandi var á veg.

Vit fingu ikki vinnarasangin spældan í 2026. Men vit fingu nógvar spennandi løtur á havnalagnum, tá vit fylgdu við 8-mannafarinum, sum venjarin doypti Skutarabandin. Fleiri av róðrunum vóru sera tættir, og manningin megnaði eitt flott 3. pláss í FM, umframt nøkur 2. pláss í gjøgnum árið. (Onkur minnast kanska talið +00.46)

Tað var eitt úrslit, sum fá høvdu spátt í januar. Hetta kom ikki av ongum, men eini greiðari ætlan, arbeiðssemi, vilja og einum sterkum felagsskapi.

Mynd: Kappróðrarfelagið NSÍ

Mynd: Kappróðrarfelagið NSÍ

Síðstu árini hevur nevndin samstundis arbeitt við eini langtíðarætlan fyri flotan hjá felagnum. Eftir at hava bygt og umvælt 5- og 6-mannaførini lá tað fremst í røðini at smíða eitt nýtt 10-mannafar, har sum vit vóru somuleiðis vóru so heppin at liggja væl fyri hjá Sámali. Les: (Sámal byggir nýtt 10 mannafar)

Men gongdin hjá Heiðabátinum í ár fekk okkum at steðga á, skuldu vit møguliga heldur smíða eitt 8 mannafar og harvið byggja víðari upp á tað, sum longu var í gongd í 8-mannafarinum?

Vit valdu tí at sláa til tá ið møguleikin bjóðaði seg, at fáa eitt nýtt 8-mannafar smíða í nærumhvørvinum.

Terji Reinert Jacobsen fer nevniliga at smíða nýggja 8-mannafarið inni í Borg í vetur. Harvið fáa rógvarar, viðhaldsfólk og onnur áhugaði møguleika at fylgja arbeiðinum upp á tætt hald, meðan nýggi báturin tekur skap.

Nýggja 8-mannafarið er ikki bara ein nýggjur bátur. Tað er eisini eitt tekin um, at felagið trýr upp á tað arbeiðið, sum verður gjørt. Vit vera klár við bæði nýggjum 8 og 10 mannafari, umframt fleiri vælhildin og uppfrískaði 5 og 6 mannafør.