Tekniski skúlin í Klaksvík
Nú umsóknarfreistin til miðnám nærkast, hava vit opið mikukvøldið 13. mars frá kl. 19 – 21. Vit vegleiða og hjálpa við umsóknini.
Á TSK kanst tú fáa prógv á miðnámi, yrkisnámi og serbreyt.
Á miðnámi bjóðar skúlin Tøknibreyt, har tú kanst velja millum vanliga leið og ítróttar- og heilsuleið.
Á yrkisnámi bjóðar skúlin útbúgvingar innan matvøru, el, maskin og timbur.
Harumframt er Serbreyt eisini á skúlanum.
Lestrarvegleiðarar kunna um útbúgvingarnar.