Sunda Kommuna
Í gjár byrjaði fráferðin hjá Team Rynkeby, og við Margáir vóru heilt fitt av fólki møtt upp at siga Team Rynkeby súkklarunum farvæl.
Býráðlimurin Trygvi Kallsoy byrjaði løtuna við einari røðu og ynskti súkklarunum góðan túr. Síðan helt Fanny Kruse eina røðu, umboðandi Team Rynkeby Føroyar.
Aftaná røður bjóðaði Sunda kommuna øllum eitt ábit.
Myndir: Sunda Kommuna
Deil á Facebook