Sjóvar Kommuna
Í gjár hevði Sjóvar kommuna móttøku fyri súkklarum og hjálparfólkum hjá Team Rynkeby, í samband við at ferð teirra til París byrjar í dag.
Borgarstjórin bar fram eina heilsan til súkklararnar og handaði Team Rynkeby ein kekk frá Sjóvar kommunu.
Eisini handaði barnagarðurin á Skála, Barnahúsið Sellin, Team Rynkeby ein kekk. Leiðarin í barnagarðinum, Nancy Poulsen, súkklar sjálv við Team Rynkeby í ár, og Nancy greiddi frá, hvussu børn og starvsfólk hava savnað pening inn til endamálið.
Niðanfyri síggjast myndir frá móttøkuni sum Sjóvar Kommuna tók:
Deil á Facebook