Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2026 13:09

Tænastugjøld á tóm býli í Eiðis kommunu

Eiðis kommuna

Eiðis kommuna samtykti einmælt á bygdarráðsfundi tann 27.11.2025 at áseta tænastugjald á tóm býli í Eiðis kommunu, galdandi frá 1. januar 2026.

Ásetingin um tænastugjøld byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum heimild at krevja tænastugjald fyri býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum, men har kommununi kortini er álagt at veita grundleggjandi tænastur fyri:

  • Vatnveiting
  • Fráveiting av kloakk
  • Burturbeining av húsarhaldsburturkasti
  • Brunatilbúgving

Lógin ásetur, at um ein kommuna velur at nýta hesa heimild, skal tænastugjaldið krevjast fyri øll tóm býli í kommununi, uttan mun til um eigarin sjálvur býr í kommununi ella ikki.

Tænastugjaldið er sett í samsvari við lógina soleiðis, at tað:

  • hvílir í sær sjálvum
  • fevnir einans um veruligar útreiðslur
  • liggur undir ásettum hámarki fyri 2026, sum er kr. 7.945,- pr. býli .

Umsitingin hjá Eiðis kommunu hevur gjørt eina nágreiniliga útrokning av rakstrarkostnaðinum fyri viðkomandi tænastur. Bygt á miðal rakstrartøl fyri árini 2021–2025, og sambært upplýsingum úr bygningsskránni, er miðal kostnaðurin roknaður til kr. 9.742,- pr. býli um árið. Hetta er hægri enn hámarkið. Tískil verður gjaldið sett til hámarkið á kr.7.945,00 árliga.

Tænastugjaldið kom í gildi 1. januar 2026.

Eiðis kommuna krevur inn tænastugjaldið hálvárliga t.v.s. í juni og í desember.

Gjaldið verður tískil kr. 3972,50 hálvárliga.