Svimjifelagið Reysti skrivar soleiðis:
Mánadagin 19 august var aðalfundur felagsis í Leirvíkar skúla og uppmøtingin var góð.
Nevndin síðsta ár var manna av Ruth Høgnadóttir Christiansen (forkvinnu), Per Dávidson Jacobsen (kassameistara), Ingunn Niclassen (skrivara), Jóhanna Bjørg Fuglø Johannesen (nevndarlimi) og Ann-Mari Heinesen Petersen (nevndarlimi).
Ruth, Per, Jóhanna og Ann-Mari halda áfram, meðan Ingunn takkar fyri seg og Eir Herolvsdóttir Á Høvdanum kemur í hennara stað sum nýggjur skrivari og Lív Johnsdóttir nýggjur tiltakslimur.
Nevndin takkar Ingunn fyri hennara stóra arbeiði í nevndini.
Leggjast kann afturat, at tilmeldingin til kappingarárið 24/25 verður í næstum og verður hetta skipa eitt sindur annarleiðis enn farna ár, so gleði tykkum
Deil á Facebook