Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.10.2026 10:54

Sunnvá er varaforseti í Norðurlandaráðnum

Mynd: Sambandsflokkurin

Tíðindaskriv/Sambandsflokkurrin

Til ársfund Norðurlandaráðsins, sum í hesum døgum verður hildin í Helsinki, er vorðið greitt, at Sunnvá Dahl Høgfeldt er vald til varaforseta fyri Norðurlandaráðið.

Tað er týdningarmikið, at Føroyar eru umboðað við eini sterkari rødd í Norðurlandaráðnum, og tí eru vit errin av og stuðla fult uppundir, at Sunnvá skal røkja hendan sessin. Sunnvá skal røkja sessin í seinnu helvt í 2027, og Føroyar deila sessin við Grønland.

“Arbeiðið við at broyta Helsingforsavtaluna er avgerandi fyri, um Føroyar skulu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Tí fari eg at halda fram við arbeiðinum hjá mínum forgangarum, og stríðast fyri fullgildigan limaskap fyri Føroyar í Norðurlandaráðnum.” sigur Sunnvá Dahl Høgfeldt, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin.

Vit ynskja Sunnvá hjartaliga tillukku við varaforseta sessinum, og ynskja henni somuleiðis góðan arbeiðshug!