Tíðindaskriv
Stjórin í GroAqua, Suni Justinussen, hevur gjørt av at taka við øðrum avbjóðingum og fer tí úr
starvi sum stjóri í felagnum.
Suni tók við sum stjóri í tánevnda JT Electric í 2017.
Nýggj kós bleiv sett saman við nevnd og eigarum, og hevur Suni staðið á odda fyri tí arbeiðinum.
Hesi árini hevur felagið ment seg nógv og er í dag ein stórur veitari av dygdargóðum vørum og tænastum til alifyritøkur í øllum norðuratlatshavi.
“Hóast vit harmast avgerðina hjá Suna, um at taka við øðrum avbjóðingum, vilja vit takka
honum fyri tað stóra arbeiði, hann hevur útint, í sambandi við at menna GroAqua til tað sum
felagið er í dag – nevniliga eitt altjóða felag við deildum í Norra, Skotlandi og Póllandi.”
Suni Justinussen byrjar í øðrum starvi 1. apríl, og verður hann fram til tá knýttur at GroAqua.
Tilgongdin við at finna nýggjan stjóra byrjar beinanvegin.
Janus Thomsen, nevndarformaður