Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.11.2026 12:35

A-landsliðið vitjaði Biskupsgarð

Mynd: Fólkakirkjan

Fólkakirkjan

Í morgun hevur verið forkunnug vitjan á Biskupsgarði.

A-landsliðið kom framvið at heilsa uppá Jógvan Fríðriksson, biskup, og at síggja umstøðurnar á Biskupsgarði.

Bispur bjóðaði vælkomin, og Ovi Brim, próstur hevði eina stutta framløgu, og vísti m.a. á hvussu stóran týdning spælarnir hava sum fyrimyndir fyri føroyskan ungdóm.

Eitt nú endurgav hann Jóhannes Páll páva II:

Av øllum týdningarleysum tingum, er fótbóltur tó hitt týdningarmesta

Dystardagur er, og tað merktist á spælaranum, at teir eru spentir at fara á vøllin nú seinnapartin.

Veðrið er gott, og dysturin hevur stóran týdning, so ein sera spennandi dagur er fyri framman.

Av Biskupsgarði ynskja vit landsliðum góða eydnu og øllum ein góðan dyst.

Myndir: Fólkakirkjan