Hósdagin 16. apríl fylti byrsufelagið úr Sundalagnum 40 ár.
Sunda Byrsufelag – SBF – varð stovnað í 1986 og hevur skjótibreyt norðuri í Heimastu Svínáum, stutt norðanfyri Norðskála.
Í gjár varð skipað fyri føðingardagskapping á breytini hjá felagnum við Norðskála.
14 mans vóru við, og kappingin gekk skjótt og gott. Og veðrið var gott. Tað var stilt og turt allan fyrrapartin. Út á seinnapartin vaks hann vindin eitt lítið sindur, og nakrir dropar komu niður, men alt í alt var dagurin heilt góður.
Kappingina vann Magni Dam, men tó ikki uttan mótstøðu, tí hann mátti út í shoot-off við Jóannis Joensen, tí tá finalan var liðug høvdu teir báðir 24 dúgvur í part. Magni var tó stinnari, og endaði við at vinna shoot-off 4-3, og bleiv Jóannis tí nr 2. Nr 3 bleiv Leivur Joensen.
A-bólkin vann Pól Jóhannus Smith Jensen, nr 2 og nr 3 blivu feðgarnir báðir Heri og Tom Eli Mittfoss.
Unglingakappingina vann Leivur Joensen við 58 dúgvum. Beint aftanfyri hann var Mattias Djónason Eidesgaard við 57 dúgvum. Og nr 3 við 46 dúgvum gjørdist Eli Dam. Allir úr SBF
Myndir: Sunda Byrsufelag













