Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.05.2023 14:50

Summartónar á Eiði

Mynd: Summartónar á Eiði

Í samband við tónleikafestivalin Summartónar, vera tríggjar konsertir á Eiði, avíkavist 15. juni, 20. juni og 2. august. Konsertirnar 15. juni og 20. juni vera í Kolshøll, meðan hin triðja verður í Eiðis kirkju. Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld, sum stendur fyri árliga tónleikafestivalinum.

Festivalurin bjóðar alskyns konsertir kring allar Føroyar. Hetta er fyrstu fer, at festivalurin er á Eiði. Konsertinar eru við Lyon Hansen, Kristian Blak og Jón Festirstein. Allar konsertirnar eru ókeypis og byrja klokkan 20:00.