Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.09.2026 23:11

Sukursøtur sigur í Estlandi

Mynd: Sólrun Henriksdóttir Sørensen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Við tveimum málum frá Aroni Benjaminsen vann føroyska U21-landsliðið fríggjakvøldið 2-1 á útivølli móti Estlandi í EM-undankappingini

——————

– Ein sukursøtur sigur!

Soleiðis tók Niels Petersen, frásøgumaður hjá Televarpinum, samanum, tá føroysku spælararnir kundu fegnast um trý týdningarmikil stig á Rannastadion í Pärnu í Estlandi.

Aron Benjaminsen gjørdist stóra hetjan hjá Føroyum. Fyrst legði hann Føroyar á odda góðar tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, og miðskeiðis í hálvleikinum økti hann til 2-0 við einum máli í heimsflokki.

Tá tíggju minuttir vóru eftir, eydnaðist estunum at minka um munin, og síðstu løtuna var føroyska liðið undir trýsti. Men verjan stóð ímóti, málverjin hevði neyðuga yvirskotið, og føroyska U21-landsliðið helt stand til seinasta bríksl.

Við sigrinum eru Føroyar nú á fjórða plássi í bólki C við 12 stigum eftir átta dystir, ájavnt við Ísland. Frankaríki og Sveis eru fremst við 17 stigum hvør, meðan Luksemborg hevur fýra stig og Estland tvey.

Longu mikudagin bíðar næsta uppgávan, tá Luksemborg kemur á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík.

Stigatalva og leikskrá: U21 EM-undankapping / Bólkur C

Mynd: Sólrun Henriksdóttir Sørensen