Nú verður sambandi millum Sunda- og Eiðis kommunu styrkt. Hesuferð snýr tað seg um bussleiðina millum grannakommunurnar í Sundalagnum.
Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini í Sunda kommunu sigur soleiðis á Facebook vanga sínum:
Sum formaður í trivnaðarnevndini í Sunda Kommunu eri eg sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at styrkja samstarvið millum Sunda og Eiðis Kommunu enn meira. Í dag samstarva kommunurnar um fleiri ymiskar tænastur, og í komandi viku verður kommunala bussleiðin boðin út saman.
Sunda Kommuna hevur í nøkur ár havt eina kommunala bussleið, ið hevur styrkt um vinarbondini tvørtur um bygdamark, og tí gleðast vit um, at vit nú fara at styrkja vinarbondini tvørtur um kommunumark. Tað hevur leingi verið eitt ynski frá foreldrum, feløgum og øðrum í báðum kommununum, at bussleiðin varð knýtt saman. Vil takka bygdaráðslimunum í Eiðis Kommunu fyri sera gott samstarv at gera hetta til veruleika. Hetta samstarvið fer heilt vist at gagna øllum barnafamiljum, feløgum og ungdóminum í økinum. Tvær kommunur við trivnaði og samstarvi í hásæti.
Vónandi taka býráðini í kommununum av innkomnum tilboði í desembur, so vit fáa styrkt um hetta tilboð til okkara borgarar, sigur Eyðstein Zachariasen at enda.
Deil á Facebook