Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.02.2024 11:57

Stuðul til Grindavíkar

Mynd: Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali

Serbreytin á Miðnámi á Kambsdali hevur latið pengar til náttúrurakta Grindavík.

Fyri jól høvdu næmingarnir á serbreytini jólaverkstøð, sum endaðu við einari jólasølu við ymsum, sum næmingarnir høvdu gjørt. Millum annað kann nevnast súltutoy, kokuskúlur, brendar mandlur, oyralokkar, jólakúlur og jóladekoratiónir. Vinningurin (yvirskotið) av jólasøluni á serbreytini fer altíð til eitt vælgerðandi endamál, og í ár var einki undantak.

Á serbreytini hava vit lært um jarðskjálvtar og eldgos, og harvið eisini um Ísland. Næmingarnir hava verið serstakliga áhugaðir í støðuni í Íslandi og serliga støðuni í Grindavík. Tá støða skuldi takast til, hvar pengurin skuldi fara, var lítil ivi um, at næmingarnir ynsktu at lata peningin til Grindavíkar.

Fyri jól sendi serbreytin sostatt 7.000kr til Reyða kross í Íslandi. Serbreytin sendir øll góð ynskir til stór og smá í Grindavík.