25 ára gamli strandingurin Ari Olsen, er í hesum døgum í Íslandi har hann er til royndarvenjing í KR, einum av stóru feløgunum í Reykjavík.
Í stuttari viðmerking til Eysturoyarportalin sigur Ari, sum mest hevur røkt plássið sum høgri bakkur, at hann hevur verið og vant við frá mánadegnum av og skal venja við fram til hósdagin.
Ari Olsen kom til Víking í 2020 frá Skála og hevur sáttmála við felagið til endan av kappingarárinum 2024.