Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.03.2023 09:17

Strandingar vunnu á Neistanum

Mynd: StÍF

Í gjár, sunnudagin 19. mars, tóku mennirnir hjá StÍF ímóti Neistanum á høllini á Skála.

Tað gjørdist ein málríkur og spennandi dystur, har heimaliðið dróg longsta stráðið. Dysturin endaði 32-29. Hálvleiksstøðan var 17-17.

Liðini vóru púra jøvn og fylgdust allan fyrra hálvleik og var eisini javnleikur í hálvleikinum. Men nakað inn í seinna hálvleik, so byrjaði heimaliðið spakuliga at draga frá. Og endin var eisini, at StÍF vann við trimum málum.

Toppskjúttar hjá StÍF vóru: Bjarni í Selvindi og Pætur Johansen við 7 málum hvør.

Komandi dystur hjá StÍF verður hósdagin 23. mars á útivølli ímóti Kyndil.