Mynd: Savnsmynd
Mennirnir hjá StÍF vunnu í gjár ein týðandi dyst á útivølli ímóti Kyndli í høllini á Hálsi. Dysturin endaði 30-28 til StíF. Hálvleiksstøðan var 13-13.
Við sigrinum vann StÍF seg upp á fjórða plássið í Burn-mansdeildini hjá monnum. Kappingin um fjórða plássið er hørð. Liðið sum endar á fjórða plássið hevur heimavøll í FM-fjórðingsfinaluni, og har stendur kappingin nú millum StÍF, Neistan og Team Klaksvík.
Toppskjúttar hja StÍF vóru Pætur Johansen við 11 málum og Bjarni í Selvindi við 8 málum.
Næsti dystur hjá StÍF er á útivølli tann 2. apríl, tá KÍF tekur ímóti í høllini í Kollafirði.
