Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.12.2024 16:06

Strandferðslan betrar bíleggingarskipanina á Smyrli

Strandfaraskip Landsins

Tvær betringar verða nú gjørdar í bíleggingarskipanini fyri akfør á Smyrli. Møtitíðin

verður stytt niður í 15 minuttir, og møguleiki verður at bíleggja sær ein

bíðistøðuferðaseðil.

Niels Juel Arge, stjóri: – Vit hava nýliga gjørt eina spurnarkanning umborð á Smyrli, og

tey flestu ynsktu sær ikki óvæntað styttri møtitíð á keiini. Fleiri ynsktu sær eisini eina

smidligari skipan í mun til bíðistøðubílegging.

– Eisini tykjast ferðafólkini vera glað fyri bíleggingarskipanina, og tað er gott, tí hon er

komin fyri at vera. Arbeitt verður í løtuni við at fyrireika, at alt keyp av ferðaseðlum til

akfør og ferðandi á øllum ferjum er avgreitt, áðrenn komið verður umborð.

Bíðistøðuferðaseðil

Við nýggja bíðistøðuferðaseðlinum ber til at bíleggja sær ferðaseðil til akfarið við

førara uttan at binda seg til ein ávísan túr. Hóast ein ikki tá tryggjar sær plássið, kann

tænastan verða hent fyri tey, ið ikki eru vís í at náa ein ávísan túr til ætlaðu tíðina.

Eitt dømi kann vera ferðafólk úr Suðuroynni, ið ger ørindir norðanfyri, og tað dregur út

við tíðini. Um viðkomandi ikki klárar suður ætlaða túrin, ber nú til at flyta

bíðistøðuferðaseðilin til næsta ella ein annan túr.

Keypspeningurin verður bara trektur fyri túrin, ein ferðast við. Tá slepst undan at rinda

fyri túr, ið ein møguliga ikki náddi. Prísurin fyri bíðistøðuferðaseðilin er 104 krónur við

og 123 krónur uttan brúkara, og bíleggjast kann fram til 15 minuttir áðrenn fráferð.

Styttri møtitíð

Tá bíleggingarskipanin byrjaði í summar, varð møtitíðin sett til 25 minuttir fyri at fáa

eina góða byrjan. Nú verður møtitíðin stytt við 10 minuttum og verður frameftir 15

minuttir.

Regin Toftegaard, verkætlanarleiðari: – Vit mæla tó øllum at møta í góðari tíð til túrar

úr Tórshavn fríggjadagar og av Krambatanga sunnudagar. Eisini mæla vit teimum,

sum í dag ferðast upp á kjans, til at bíleggja og keypa ferðaseðilin á alnótini. Tað ger

umsiting av dekksplássi høgligari, eisini í mun til farm og aðra planlegging annars.

Spjaldur