Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.04.2023 08:46

Strandakvinnur í fjórðingsfinaluni

Mynd: StÍF

Kvinnurnar hjá StÍF vunnu í gjár ein kravsigur á 27-26 á útivølli ímóti VB í Vági. Hálvleikstøðan var 13-16 til StÍF.

Tað bleiv ein spennandi dystur, har StÍF kvinnurnar arbeiddu væl í verjuni og vóru tolnar í álopinum. Og var tað ein dystur sum StÍF skuli vinna um tær ætlaðu sær víðari til endaspælið.

Tær skulu nú spæla fjórðingsfinalu ímóti Neistanum 16. apríl kl. 15.00 í høllini á Hálsi.