Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.06.2024 10:45

Stórur spenningur í báðum hálvfinalunum

Stórur spenningur er undan seinnu hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, sum eru á skránni í annaðkvøld - Mynd: Bjarni Enghamar/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Í annaðkvøld verður endaliga avgjørt, hvør skal spæla ársins finalu í kappingini um Løgmanssteypið. Í Sarpugerði møtast Víkingur og HB, og í Gundadali tekur B36 ímóti TB. Sum byrjanarstøðu hava HB og TB ein lítlan fyrimun undan seinnu hálvfinalunum.

Við hvør sínum teprum 1-0 sigri í fyrru hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, sum vóru spældar 29. mai, hava TB og HB ein lítlan fyrimun undan seinnu hálvfinalunum, sum eru á skránni í annaðkvøld.

Spenningurin er tí øgiligur, og serliga fyri tvørafólk og TB’arar annars er hetta ein eitt sindur óvanlig støða. Seinast tvøramenn vóru í einari líknandi støðu var í 2018, tá TB hevði felagslið saman við hinum báðum feløgunum í oynni, FC Suðuroy og Royn.

Ta ferðina var B36 eisini mótstøliðið, sum eftir tvær hálvfinalur vann samanlagt 8-2 á TB/FCS/Royn.

TB hevur annars vunnið steypakappingina hjá monnum fimm ferðir. Men vit skulu nógv ár aftur í tíðina, fyri at finna seinasta steypasigurin hjá tvøramonnum. Tað var í 1977, og áðrenn tað skulu vit heilt aftur til 1961, 1960, 1958 og í 1956.

Seinasta B36 vann kappingina um Løgmanssteypið var í 2021, og samanlagt hava teir hvítu í Gundadali vunnið steypakappingina hjá monnum sjey ferðir.

Í hinari hálvfinaluni møtast Víkingur og HB, ið bæði hava eina stolta steypasøgu.

Sum ein samanlegging av GÍ og LÍF var felagið í Eysturkommunu sett á stovn í 2008, og hesi sekstan árini, Víkingur hevur eksisterað, hava teir ljósabláu staðið í steypafinaluni níggju ferðir, og seks ferðir hava teir staðið eftir sum vinnarar.

Men í steypasigrum er tað kortini eingin – í øllum føri fyribils – sum tekur HB. Síðani 1955, tá føroyska steypakappingin byrjaði, hevur HB staðið í finalunum 40 ferðir, og av teimum hava teir vunnið 29. Tann seinasta var í fjør, tá HB, eftir longda leiktíð og brotsparkskapping vann 5-3 á B68.

Mikudagin 19. juni (seinnu hálvfinalurnar)
Kl. 17:30 B36 – TB
Kl. 18:30 Víkingur – HB