Tað var ikki bert á Tórsvølli at rómurin var stórur eftir at Ári Mohr Jónsson hjá HB hevði avgjørt brotssparkskappingini í løgmansfinaluni í gjárskvøldið og harvið tryggja Havnar Bóltfelag løgmanssteypið 2024.
Rómurin í Bylgjuni í Runavík var ikki til at taka feil av. Við HB sigrinum, hevði havnafelagið samstundis “hjálpt” NSÍ við at halda fast um evropeiska plássið fyri 2025, sum felagið hevði vunnið sær, við at enda á 4. plássið í landskappingini.
Tað var sitið sum á nálaum alt kvøldið, har bæði NSÍ veitslan og steypafinalan byrjaðu samstundis kl. 19.00. Meðan HB viðhaldsfólkini máttu sita úti í regni og vindi í nærum 3 tímar, so var tað nakað fjálgari og turrari hjá NSÍ viðhaldsfólkunum.
Les eisini: NSÍ: Formaðurin er nøgdur við árið
Sí tvey videobrot av fagnaðinum í Bylgjuni, tá ið NSÍ “tryggjaði” sær evropeiska plássið:
Deil á Facebook