Mynd: Tinganes
Teir tríggir andstøðuflokkarnir Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava nú broytt støðu, og taka nú undir við bæði Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum í málinum um eina nýggja fiskiveiðiavtalu við Russland fyri 2023.
Hetta kom fram eftir fundin sum løgmaður hevði við formennirnar í politisku flokkunum beint áðrenn døgurða í dag.
Fundurin var stuttur og var niðurstøðan hon, at ein nýggj avtala skuldi fáast við Russland fyri 2023.
