Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.01.2025 11:45

Stórur dagur í Fuglafirði: Nýggi Høgaberg verður doyptur

Mynd: Framherji

Framherji váttar fyri Eysturoyarportalinum, at hátíðarhaldið, í samband við at nýggi Høgaberg verður doyptur, verður á kaiini í Fuglafirði fríggjadagin kl 16.00.

Skipið er í løtuni á fiskileið, men verður á Fuglafirði seinni í vikuni.

Framherji sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin til hátíðarløtuna. Í samband við dópin, so verður á skránni eisini røður, okkurt til matna, sangur og møguleiki verður eisini at fara umborð at síggja nýggja skipið.

Les eisini: Myndir: Høgaberg – nýggjasta skipið í flotanum