Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.12.2022 11:40

Stormur og vátaslettingur á veg – vandi fyri skalvalopi

Mynd: (Savnsmynd)

Miðilin in.fo veit sambært Landsverk at siga, at nú tað verður lýggjari, og veðurforsøgnin sigur storm seinni í dag, í nátt og morginárini. Tá kann veruligur vandi verða at koyra á vegnum og tí verður heitt á bilførarar um at vísa størsta varsemi.

Nú blot kemur í, so sigur Árni Jacobsen hjá Landsverk, at stórur vandi verður fyri skalvalopi ymsastaðni í landinum, serliga í norðurøkinum.

Veðruforsøgnin sigur, at ringasta veðrið verður í kvøld og nakað út á fyrrapartin í morgin, tá vindurin verður av tí harðasta, løtur upp í storm.