Mynd: Eysturoyarportalurin (savnsmynd)
Sambært DMI, so verður tað verður fitt av vindi í dag og serliga í nátt, meðan í annaðkvøld verður veðrið betur.
Í dag hevur verið 10-15 m/s av landsynningi og landnyðringi, meðan nú í kvøld 13-18 m/s av vestri við hørðum hvirlum. Samdrigið og kavi, vátakavi ella regn í løtum. Í nátt verður tað 13-18 m/s av vestri og útsynningi, sum frálíður upp í 20-25 m/s, eitt skifti minni vindur av norði. Samdrigið og kavi, vátakavi ella regn. Hitin verður millum frostmarkið og 5 hitastg.
Annan jóladag verður tað 13-18 m/s av útnyðringi, sum seinnapartin minkar niður í 3-8 m/s av norði. Samdrigið og kavaæl, í løtum klárt veður og møguleiki verður fyri sól. Um kvøldið færri kavaæl. Hitin verður millum frotsmarkið og 5 hitastg, um náttina kaldari, niður í 5 kuldastig í støðum.
Deil á Facebook