Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.01.2024 13:03

Stórar útbyggingar fyri framman á havnalagnum í Fuglafirði

Á seinasta býráðsfundi í Fuglafjarðar kommunu, sum var hildin tann 25. jaunar, var samtykt, at játta treyta byggiloyvi til 5 tunnlar og knappar 400 m av atløguplássi.

Virksemi á Fuglafjarðar havn er stórt og aktørarnir á havnaøkinum hava góðar vónir fyri framtíðina, um ein lurtaði eftir seinasta býráðsfundi hjá Fuglafjarðar kommunu.

Í 2023 fóru 1,12 milliónir tons yvir Fuglafjarðar havn og kemur hettar væntandi at vaksa.

Havnin sjálv hevði ein brutto umsetning uppá góðar 18 milliónir.

Um hugt verður í 2022 rokniskapin hjá fyritøkum í Fuglafirði, sum hava sítt tilknýti til havnina, so sæst at umsetningurin var yvir 5 milliardir.

Fýra feløg á havnalagnum fingu treytaði byggiloyvir.

Havsbrún fekk treyta byggiloyvi til tríggjar 250 m langar tunnlar, sum koma at liggja javnfjarðir við teir tveir lagurtunnlarnar sum eru har í dag.

Havsbrún fekk eisini treyta byggiloyvi til at leingja kaiina við 100 m út frá fóðurlagrinum sum er dag. Henda leingjan kemur at geva 300 m av atløgubryggju.

Bergfrost fekk treyta byggiloyvi til tveir tunnlar. Ein frystitunnil uppá 286 m og ein turrtunnil uppá 220 m. Hesir tunnlar koma at liggja sunnanfyri núverandi frystitunnlar við síni egnu innkoyring, sum blívur áleið 130 m.

Framherji og Pelagos fingu eisini eitt treyta byggiloyvi til at leingja kaiina 80 m suður úr kaiini har Pelagos heldur til og skip bunkra olju.

Umframt hettar, er eisini ein stór útbygging ígongd av fóðurdeildini og lýsitanga-goymslu hjá Havsbrún.