Runavíkar Havn
Sunnudagin 16. august fáa vit aftur vitjan av Nieuw Statendam, sum liggur við bryggju í Kongshavn frá kl 8:00 til 16:00.
Nieuw Statendam er 300 metrar langt og er eitt av størstu ferðamannaskipunum, sum vitja okkum í ár. Skipið hevur pláss fyri umleið 2.800 ferðafólkum og eini manning á umleið 1.000 fólk.