Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.02.2024 20:48

Stór innandurkapping á Kambsdali

Í kjalarvørrinum av Futsal-kappingum og COVID-19 valdi ungdómsnevndin hjá ÍF at venda aftur til vanligar innandurakappingar í 2021.

Dala Cup hevði eksisterað nøkur ár frammanundan, men Futsal-kappingin tók kanska grundarlagið undan vanligu innandurakappingunum, men seinnu árini hava góðu, gomlu innandurakappingarnar, sum vit kenna so væl, fingið eina endurreisn.

Hvørt ár síðani 2021 hava verið fleiri og fleiri luttakandi lið við í Dala Cup.

Sambært samanteljing teirra frá Dala Cup 2023, so var talan um 87 lið, einir 500 leikarar og kanska eini 2.000 vitjandi afturat.

Dala Cup 2024 verður aftur á Kamsdali fríggjadagin 23. februar, leygardagin 24. februar og sunnudagin 25. februar.