Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.03.2023 11:15

Støkk vertur um steypakapping í Bylgjuni

Myndir: Støkk

Støkk luttók við 23 íðkarum í steypakappingunum, sum vórðu hildnar í Bylgjuni um vikuskiftinum.

Hjá teimum eldru varð bæði fyrra og seinna steypakapping hildin fyrrapartin leygardag. Tríggir íðkarar frá Støkk kappaðust: Ein kvinnuunglingi, ein kvinna og ein maður.

Kvinnuunglingin vann 3 bronsur.

Kvinnan vann 1 steyp, 1 gull og 2 bronsur.

Maðurin vann 1 bronsu.

Hjá teimum yngru, varð fyrra steypakapping hildin seinnapartin leygardagin og seinna steypakapping fyrrapartin sunnudagin. 20 íðkarar úr Støkk luttóku. Sjey gentur á stig 4., sjey piltar, fýra smádreingir og tveir dreingir.

Genturnar á stig 4. vunnu 2 steyp, 2 gull og 1 bronsu.

Piltarnir vunnu 1 bronsu.

Smádreingirnir vunnu 6 steyp, 6 gull, 3 silvur og 5 bronsur.

Dreingirnir vunnu 3 steyp, 3 gull, 1 silvur og 3 bronsur.

Til ber at síggja øll úrslitini á www.fimleikur.fo