Mynd: Støkk
Í gjár var aðalfundur hjá Fimleikafelagnum Støkk í Bylgjuni. Rannvá Troest varð afturvald sum forkvinna, Dagbjørt Sólheim heldur fram sum næstforkvinna, Katrin Thomassen sum peningarøkil, Julian Steingrund sum nevndarlimur og Mia Rodmundardóttir varð vald í nevndina, og var hon eisini skrivari felagsins. Jastrid Weihe stóð fyri vali og ynskti ikki at stilla uppaftur. Nevndin takkaði Jastrid fyri hennara arbeiði í nevndini. Samstundis ynskti nevndin Miu Rodmundardóttir vælkomna í nevndina í Støkk. Eykalimir vóru Jóhannes Nielsen og Bodil Hansdóttir Heimustovu.
Fimleikafelagið Støkk sigur soleiðis á heimasíðu síni: Fyri Støkk hevur hetta seinasta fimleikaárið verið eitt sera gott og virkið ár. At felagið blómar sæst á flottu árligu fimleikaframsýningum og á vaksandi limatalinum, sum nú er út við 900 limir. Hetta er hægsta tal á limum nakrantíð hjá Støkk. Góða undirtøkan og ynski at gerast partur av felagnum, er eisini prógv um eitt aktivt felag við nógvum góðum kreftum. Samskiparar, venjarar og fimleikarar eru ágrýtnir, dugnaligir og álítandi. Saman verður stremba áhaldandi eftir at øll skulu læra góðan fimleik á hóskandi støði og samstundis hava tað gott í felagnum. Fyri at hetta skal eydnast, krevst gott arbeiðslag og samskifti millum allar partarnar. Hetta fer nevndin framhaldandi at stremba eftir.
