StÍF skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
StÍF søkir eftir hjálparvenjarum til okkara fremstu lið, ein til mansliðið og ein til kvinnuliðið.
Uppgávurnar hjá hjálparvenjaranum eru í høvuðsheitum at hjálpa til við venjingum hjá besta liði í tøttum samráði og samstarvi við høvuðsvenjaran. Hjálparvenjarin hjálpir við at fyrireika venjingar og at fremja tær.
Høvuðsvenjarin hevur høvuðsábyrgdina í øllum dystum hjá SMS-liði StÍF’s, bæði í lands- og steypakappingini. Leikluturin hjá hjálparvenjaranum er at hjálpa, stuðla og ráðgeva høvuðsvenjaranum og leikarunum í samband við nevndu dystir.
Hevur tú áhuga og viðkomandi royndir, ert tú vælkomin at kontakta okkum.
Freistin at boða frá áhuga er sunnudagin 18. august kl. 18.00.
Ítróttasamsýning verður veitt.
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at kontakta Ega G. Danielsen, formann (tel 222391). Tú kanst eisini senda t-post til stif@stif.fo.
Deil á Facebook