StÍF
StÍF hevur skrivað sáttmála við 22 ára gamla danska málmannin, Rasmus Juhl Thomsen. Rasmus kemur til felagið við góðum royndum, úr donskum hondbólti, har hann áður hevur umboðað KIF Kolding og Otterup, umframt at hann hevur verið partur av danska ungdómslandsliðnum.
Við sínum unga aldri, og sterku bakgrund, verður Rasmus mettur at vera ein spennandi styrkur til hópin, og StÍF gleðir seg at bjóða honum vælkomnum til felagið