Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.04.2023 08:16

Steypavinnararnir úr Eysturkommunu møta HB í 1. umfari

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

Fótbóltssamband Føroya

Nú er greitt, hvør møtir hvørjum í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, og í innleiðandi umfarinum og 1. umfari í steypakappingini hjá kvinnum.

Mánakvøldið var lutakast um, hvussu spælast skal í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, sum er steypakappingin hjá monnum, og hvør møtir hvørjum í innleiðandi umfarinum og í 1. umfari í steypakappingini hjá kvinnum.

Hjá kvinnum háttaði lutakastið seg soleiðis, at í innleiðandi umfarinum møtast FC Hoyvík og 07 Vestur, og KÍ og ÍF.

Fjórðingsfinalurnar, kvinnur
HB – KÍ ella ÍF
EBS/Skála – B36
FC Hoyvík ella 07 Vestur – NSÍ
Víkingur – TB/FCS/Royn

Innleiðandi umfarið í steypakappingini hjá kvinnum verður spælt flaggdagin, týsdagin 25. apríl, meðan fjóðingsfinalurnar vera sunnudagin 7. mai.

Løgmanssteypið
Í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið møtast liðini soleiðis: Víkingur – HB, NSÍ – MB, FC Hoyvík – EB/Streymur, B36 – KÍ, AB – FC Suðuroy, Skála – B71, TB – B68 og ÍF – 07 Vestur.

Dystirnir í 1. umfari verða spældir fríggjadagin 21. og leygardagin 22. apríl.