Jóan Símun Edmundsson, A-landsliðsleikarin við 85 dystum og við fleiri útlendskum feløgum á sínum CV, stendur enn uttan felag, eftir at sáttmálin við íslendska felagið KA Akureyri gekk út í fjør.
Við Eysturoyarportalin sigur Jóan Símun Edmundsson, at í løtuni verður arbeitt við ymiskum møguleikum, men enn er rætta tilboðið ikki lent á borðinum.
Hann sigur, at hann heldur seg í form í Føroyum, har hann hevur sítt egna venjingarprogram, sum hann fylgir.
Spurdur um, hann hevur nakað ávíst ynski, so sigur hann, at tað hevur hann ikki, men kundi hugsa sær at hildið áfram at leikt yrkisfótbólt uttanlands, men váttar samstundis, at enn er ov tíðliga at siga um tað verður til veruleika.
Men hann væntar ikki at nøkur avgerð verður tikin komandi dagarnar.
Hann hevur áður umboða, umframt barndómsfelagið B68, eisini verið framvið hjá AB á Argjum og í Gundadali, har hann sambært Faroesoccer skoraði 6 mál í 10 Betri deildar-dystum fyri HB í 2014.
Tískil stendur hurðin enn á glopp fyri, at Jóan Símun møguliga kann venda aftur til føroyskan fótbólt í 2024.
Deil á Facebook