Mynd: Eysturoyarportalurin
Stelkur og Bakur, sum hava partrola eystanfyri, hava í dag landað gott 275.000 pund til Faroe Origin í Runavík. Av teimum 275.00 pundinum var gott 55.000 pund havtaska, hvítingur, hýsa og lýrur, sum alt var selt á Føroya Fiskamarknaði.
