Hondbóltssamband Føroya
Leygardagin var aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum hildin í Klaksvík. Sitandi starvsnevnd heldur fram.
Aðalfundurin var hildin í Klaksvík í samstarvi við Team Klaksvík. Eftir aðalfundin bjóðaði Klaksvíkar kommuna smyrjibreyð og vóru eisini ungdómslandsdystur millum U15- og U16-manslandsliðini hjá Føroyum og Íslandi spældir har seinni um dagin.
Fyri vali á aðalfundinum stóðu Gunn Ellefsen, forkvinna, Durita Thomasen, nevndarlimur, og Høgni Vilhelmsen, varalimur. Tey vóru øll afturvald.
Sitandi starvsnevnd telur sostatt hesar limir:
Gunn Ellefsen, forkvinna
Jógvan Emil Nielsen, næstformaður
Durita Thomsen, nevndarlimur
Heini Ellingsgaard, nevndarlimur
Kristian Østergaard, nevndarlimur
Birgir Kass, varalimur
Høgni Vilhelmsen, varalimur
