Mynd: Skíggjamynd (StÍF)
Mennirnir hjá StÍF vunnu í gjár á útivølli 28-31 ímóti KÍF. Støðan í hálvleikinum var 9-16 til strandingar.
Toppskjútti hjá StÍF var Pætur Johansen við heili 11 málum.
Tískil er greitt, at StÍF skal spæla fjórðingsfinalu ímóti Neistanum. Dysturin verður skírishósdag kl 16.00 í høllini á Skála.
