Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.05.2023 19:51

Stand-up við limum úr Linie 3

Tíðindaskriv

27. og 28. apríl næsta ár fara Anders Bircow og Thomas Eje á pall í Norðurlandahúsinum.

Hvat var tað sum hendi, tá ið tríggir næmingar á sjónleikaraskúlanum í Århus gjørdust ein landaplága, eftir at teir høvdu verið partur av eini danskari sjónvarpssending í 1980?

Henda spurningin kanst tú fáa svaraðan, tá Anders Bircow og Thomas Eje trína á pallin í Norðurlandahúsinum tann 27. og 28. apríl 2024 við sýningini “Her er de 2 andre”. Talan er um eina skemti- og tónleikasýning um Linie 3.

Sýningin er ein ærlig sjálvsmynd, ið lítur aftur á farnu tíðina og dyggu undirtøkuna, ið Linie 3 hevur havt tey seinastu 40 árini. Áskoðararnir sleppa at enduruppliva fleiri av hæddarpunktunum, ið hava verið gjøgnum árini og eisini verða nýskrivaðar tvírøður á skránni. Sýningin er eisini ein ærlig og eym frásøgn um alt, ið hendi handan leiktjøldini. Undran, ørkymlan, kreppa, gleði og tár.

Sýningarnar vera 27. og 28. apríl 2024 í Norðurlandahúsinum, og sølan av atgongumerkjum er byrjað.

Anders Bircow og Thomas Eje siga, at teir síggja fram til at vitja í Føroyum.