Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.02.2023 08:42

Spillivatn – Runavíkar kommuna

Myndir: Runavik.fo

Málið um spillivatn er aftur komið á breddan í miðlunum. Av góðum grundum, tá støðan ikki er haldbar flestu staðni í mun til kunngerðina um spillivatn við heimild í § 17, § 18, stk. 2 og § 72 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd. Í Runavíkar kommunu hevur verið arbeitt samanhangandi við málinum í 10 ár.

Býráðið, sum tók við hin 1. januar 2013, fyri 10 árum síðan, staðfesti alt fyri eitt, at alt ov lítið var gjørt við tað at fáa skil á málinum um spillivatn, serliga í mun til kunngerðina sum ásetti, at røkkast skuldi á mál tvey ár seinri – um ársskiftið 2014/15. Tøkniliga serfrøðin roknaði seg fram til, at kostnaðurin, av at fáa tamarhald á støðuni í teimum 15 bygdunum í kommununi, helst fór at kosta einar 90 milliónir krónur. Ein heildarætlan varð tá gjørd, og fráboðað var myndugleikunum, at hetta fór at taka nøkur ár, og at býráðið ætlaði at seta av á leið 5 milliónir krónur árliga til endamálið. Hendan ætlanin er fylgd, peningur er settur av á fíggjarætlanini á hvørjum ári, og nú fer at nærkast tí mótinum, at Runavíkar kommuna røkkur málinum. Endaliga á mál koma vit kortini ongantíð, tí ábøtur mega gerast á hvørjum ári í allari framtíð, serliga á brimplássunum, har uppgangurin fer illa við skipanini. Eitt nú í Æðuvík, Rituvík, Elduvík, Lamba og partvíst í Oyndarfirði.

15 ætlanir vóru gjørdar fyri tær 15 bygdirnar, og nú er komið á mál á Skála, í Elduvík, Funningsfirði, Oyndarfirði, Rituvík, Søldarfirði, Æðuvík, Lamba og á Glyvrum. Arbeiðini hava verið boðin út millum staðbundnar verktakarar og tað hevur gingið væl.

Í bygdunum á Skipanesi, Lambareiði, í Skálafirði og Funningi er enn nakað eftir at gera fyri at lúka øll krøvini.

At arbeiða við spillivatnsleiðingum er sum sagt áhaldandi arbeiði, og nú Fjøruvegurin verður gjørdur gjøgnum bygdirnar Glyvrar, Saltangará og Runavík, er hetta eisini eitt gott høvi til at umleggja leiðingar og gera ábøtur. Javnsvarandi hesum, at spillivatnsætlanin verður framd kring um í bygdunum, verða allar leiðingar, eisini spillivatnsleiðingarnar, skrásettar í talgildari skipan hjá kommununi.

Sum áður nevnt hava tað serliga verið avbjóðingar á brimplássunum, og tá hevur verið neyðugt at gera umvælingar ella at velja aðrar loysnir, aftaná at spillivatnsverkætlanin annars var avgreidd, hetta er m.a. hent í Æðuvík, Rituvík og í Elduvík.

Peningur er settur av á FÆ2023 til endamálið.