Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.10.2026 09:24

Innlánsyvirskotið er 3,7 mia. kr. í bankunum

Landsbanki Føroya

Innlánsyvirskotið í føroysku bankunum var 3,7 mia. kr. í august 2026. Innlánsyvirskotið er innlán (pengar á bók) í føroyskum peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frároknað útlán hjá somu.

Samlaðu innlánini í føroysku bankunum íroknað útlendskar deildir vóru í august 2026 um 27,2 mia. kr., meðan samlaðu útlánini vóru 23,5 mia. kr. til føroyskar og útlendskar kundar. Innlánsyvirskotið fall í 2021 orsakað av søluni av donsku deildini hjá Føroya Banka, sí mynd 1.

Árligi vøksturin í innlánum frá føroyskum kundum í føroysku bankunum var 4,9% í august 2026, mátað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Tað er millum annað vøkstur í innlánum hjá húsarhaldum (7,6% í august 2026), sum togar samlaða innlánsvøksturin upp.

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrra hálvár 2026 her.