Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.02.2024 09:27

Spennandi skrá fyri ráðstevnuna

Árliga ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt verður fríggjadagin og leygardagin, 1. og 2. mars - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fótbóltssamband Føroya

Fríggjadagin og leygardagin verður árliga ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt á skránni. Og aftur í ár er talan um eina spennandi skrá.

Komandi vikuskifti, fríggjadagin 1. og leygardagin 2. mars verður árliga ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt aftur á skránni.

Gestur hesaferð er Håkon Grøttland, ið stendur á odda fyri leikara- og venjaramenningini í norska fótbóltssambandinum.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvið at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðinum við barna- og ungdómsvenjingum.

Málbólkurin eru allir barna- og ungdómsvenjarar, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta kravið er áhugi fyri barna- og ungdómsvenjing. Harafturat gevur luttøkan á ráðstevnuni 10 impulstímar til venjarar við UEFA A- og UEFA B-venjaraprógvi.

Fyriskipararnir boða samstundis frá, at enn eru nøkur pláss eftir. Tey, ið ynskja at luttaka, kunnu venda sær til Pætur Smith Clementsen, psc@fsf.fo.

Fríggjadagin 1. mars
17:00 Vælkomin og kunning frá FSF

18:00 Parafótbóltur (Tróndur Ravnsfjall frá Parasport)

18:30 Døgurði

19:30 Framløga (Håkon Grøttland)
– Norsk spillerudviklingsmodell 6-12 år – flest mulig – længst mulig – bedst mulig

20:30 Liðugt

———

Leygardagin 2. mars
09:00 Góð dømi úr feløgum
– B71: Tann góði felagsskapurin
– KÍ : Rekruttering av yngstu børnunum

10:00 Uppbýtið – ymsar framløgur

U-landsliðsroyndir – hvat læra vit (í B36-húsinum)
10:15 U15 dreingir (Jógvan Martin Olsen)
11:15 U15 gentur (Sigtór Petersen)

Fysisk venjing – børn og ung (í Trinstovuni)
10:15 Børn, rørsla og drívmegi (Katrin Jacobæus)
11:15 Styrkivenjing fyri ung (Eli Nolsøe Leifsson)

12.00 Døgurði

13:00 Framløgur (Håkon Grøttland)
– Landslagsskolen: Trening og sillestil
– Landslagsskolen: Talent ID og future teams

15:00 Venjing á Ovara vølli í Gundadali

16:15 Samanumtøka

17:30 KÍ – HB (Lions Stórsteypið menn)