Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.12.2024 14:21

Spennandi mótstøðulið

Í komandi HM-undankapping eru Føroyar í bólki L, saman við Frankaríki ella Kroatia, Kekkia, Montenegro og Gibraltar - Mynd: Andras Kjartansson/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Í komandi HM undankapping vera Føroyar í bólki L, saman við Kroatia ella Frankaríki, Kekkia, Montenegro og Gibraltar.

Á middegi fríggjadagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi HM-undankaping fyri A-landslið hjá monnum, sum er á skránni í 2025.

Føroyar komu í bólk L, saman við Kroatia ella Frankaríki, Kekkia, Montenegro og Gibraltar.

Hvørt tað verður Kroatia ella Frankaríki, sum kemur í okkara bólk, verður avgjørt við tveimum UEFA Nations League play-off dystum teirra millum, sum verða spældir 20. og 23. mars.

Taparin verður í bólki L, í HM-undankappingini, meðan vinnarin fer í bólk D, saman við Ukraini, Íslandi og Aserbadjan.

Av mótstøðulondunum hesaferð, hevur føroyska manslandsliðið ongantíð áður spælt ímóti Kroatia og Montenegro.

Bólkur L
Frankaríki/Kroatia
Kekkia
Montenegro
Føroyar
Gibraltar

HM endaspælið í 2026 verður í Kanada, Meksiko og USA.