Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.11.2022 09:47

Spennandi íløga í Syðrugøtu (Myndir)

Myndir: Teknistovan Gøta

Í gjár hevði bygdarráðið í Eysturkommunu býráðsfund har fíggjarætlanini var samtykt fyri 2023.

Ætlanin hjá bygdarráðnum er at brúka 40,5 mió. til íløgur runt í kommununi, við t.d einum nýggjum kappróðarneysti, útstykkingum v.m.

Ein av hesum spennandi íløgunum sum kommunan nú hevur samtykt at fara í gongd við, er ætlanin av miðstaðarøkinum í Syðrugøtu, sum snýr seg um at knýta miðstaðarøkið, har sum sandurin er, saman við neystaøkinum úti á Støð (har kajøkið liggur).

Kommunan sigur, at hetta arbeiðið er mett at kosta 3 mió. og verður arbeiðið sett í gongd so skjótt, sum verkætlanin er klár.

Tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur tekna uppskotið.

Sí fleiri myndir niðanfyri.