Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.08.2026 09:32

Spennandi FM-kapping í bogaskjóting úti

Mynd: Bogaskjótisamband Føroya

Bogaskjótisamband Føroya

Spenningurin helt sær til seinasta píl í compound-kappingini hjá bæði kvinnum og monnum. Hjá monnunum mátti bronsu-dysturin avgerast við shoot-off

Summarið hjá føroysku bogaskjúttunum endaði við einum braki, tá FM-kappingin í bogaskjóting úti varð skotin á skjótibreytini í Hoydølum leygardagin.

Hjá recurve-kvinnunum var Pernille Krogh úr Vágaskoti tíverri einsamøll hesa ferð, so henni nýttist bert at skjóta sítt innleiðandi umfar fyri at endurvinna FM-gullið.

Kvinnur recurve. Pernille Krogh (Vágaskot), gull


Amy koppaði Anju

Afturfyri var spenningur til seinasta píl í compound-kappingini hjá bæði kvinnum og monnum.

Hjá compound-kvinnunum er líkt til, at vetrarkappingin kann gerast spennandi. Eftir seinastu vetrarkapping býtti Amy við Rætt úr Ørvi recurve-bogan um við compound-bogan, og hon hevur ment seg ógvuliga skjótt við nýggja boganum. So skjótt, at hon í dag koppaði Anju Eydnudóttir úr Vágaskoti, sum annars hevur verið suveren við compound-boganum, síðan hon byrjaði at skjóta aftur fyri sløkum tveimum árum síðan eftir fleiri ára langan steðg.

Anja vann annars innleiðandi kappingina uttan trupulleikar. Hon fekk 642 stig , Amy 626 stig, og Marta B. Poulsen úr Ørvi fekk 441 stig.

Marta er bara 13 ár, so bara at megna at skjóta eitt fult 720-umfar – 72 pílar innleiðandi umframt finalur  – er ein sigur í sjálvum sær.

Tað megnaði hon væl, men í hálvfinaluni móti Amy mátti hon lúta.

Finalan millum Anju og Amy bleiv ein sannur gysari. Trý tey fyrstu umførini endaðu jøvn, 27 – 27, 28 – 28 og 28 – 28. Tað fjórða vann Amy 29 – 28, men tað minkaði ikki um spenningin. Amy megnaði tó at varðveita tamarhaldið á nervunum og vann eisini seinasta umfarið tepurt, 27 – 26, og tískil finaluna samanlagt 139 – 137.

Kvinnur compound. Anja Eydnudóttir (Vágaskot), silvur, Amy við Rætt (Ørvur), gull, og Marta B. Poulsen (Ørvur), bronsu

Spenningur um heiðursmerkini

Eisini hjá compound-monnunum var dystirnir um heiðursmerkini so spennandi og javnir, at hvør einasti pílur var avgerandi.

Favoritturin, Jóannes Poulsen úr Ørvi, vann innleiðandi kappingina sannførandi framman fyri liðfelagan Nikkel Petersen.

Hans Petur Højgaard, eisini úr Ørvi, sum fyri tveimum vikum síðan vann FM-gullið í framskundaðu recurve-kappingini hjá monnum, bleiv nummar trý í innleiðandi kappingini, sum kanska var eitt sindur óvæntað við tað, at hann eins og liðfelagin Amy ikki byrjaði at skjóta við compound-boga fyrr enn eftir vetrarkappingina, ið endaði 1. mars.

Narvi E. B. Jensen úr Ørvi, Sámuel Petersen úr Ørvi og Jógvan Niclasen úr Tambum blivu ávikavist nummar fýra, fimm og seks í innleiðandi kappingini.

Narvi vann sína fjórðingsfinalu móti Sámuel 141 -135, og Jógvan vann sína tepurt 133 – 132 á Hans Peturi.

Jóannes vann síðan sína hálvfinalu móti Narva 147 – 141, og Nikkel vann ein uppaftur greiðari sigur, 142 – 132, í sínari hálvfinalu móti Jógvani.

Innanhýsis uppgerðirnar millum Jóannes og Nikkel eru ofta stak spennandi og undirhaldandi, og FM-finalan 2026 á skjótibreytini í Hoydølum bleiv onki undantak í so máta.

Ikki í nøkrum av teimum fimm umførunum í finaluni var munurin meira enn eitt stig. Jóannes átti tó tey flestu av hesum stigunum – umfar fyri umfar vóru úrslitini 30 – 29, 29 – 29, 29 – 28, 30 – 29 og 29 – 30.

Jóannes vann sostatt finaluna samanlagt 147 – 145. Hann vann eisini FM uttandura hjá compound-monnunum í fjør.

Shoot-off um bronsuna

Spenningurin í bronsudystinum millum Jógvan og bara 15 ára gamla Narva var uppaftur størri enn í finaluni.

Tvey tey fyrstu umførini endaðu jøvn 27 – 27 og 28 – 28, og tá Narvi vann tað triðja 28 – 26, hevði hann ein avgjørdan fyrimun. Men so gjørdi veteranurin Jógvan ein vørr í fjórða umfarinum, sum hann vann við trimum stigum, 30 – 27. Nú var Jógvan framman fyri við einum stigi. Narvi gavst tó ikki á hondum, og tað eydnaðist honum at vinna stigið innaftur í seinasta umfarinum, sum hann vann 27 – 26. 

Bronsudysturin endaði tískil javnur samanlagt, 137 – 137, og mátti avgerast við shoot-off. Tá eydnaðist Jógvani at fáa sigurin til høldar við einum plettskoti í 10’aran, meðan Narvi rakti 9’aran.

Menn compound. Nikkel Petersen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Jógvan Niclasen (Tambar), bronsu

FM-kappingin uttandura hjá recurve-monnunum bleiv eftir ynski frá skjúttunum sjálvum framskundað og skotin á skjótibreytini í Hoydølum fyri tveimum vikum síðan.

Tá vann Hans Petur Højgaard úr Ørvi gull, Bárður Magnusson úr Vágaskoti silvur og Pauli Mortensen úr Tambum bronsu.

Menn recurve avgreiddu sína FM-kapping 16. august. Bárður Magnusson (Vágaskot), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Pauli Mortensen (Tambar), bronsu

Úrslitini í FM úti leygardagin:
Kvinnur compound:

Innleiðandi:

Anja Eydnudóttir (Vágaskot), 320+322 = 642.

Amy við Rætt (Ørvur), 309+317 = 626.

Marta B. Poulsen (Ørvur), 209+232 = 441.


Hálvfinala:

Amy – Marta, 130 – 90.


Finala:

Amy – Anja, 139 – 137.

Menn compound:


Innleiðandi:

Jóannes Poulsen (Ørvur), 347+341 = 688.

Nikkel Petersen (Ørvur), 329+335 = 664.

Hans Petur Højgaard (Ørvur), 332+322 = 654.

Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 322+328 = 650.

Sámuel Petersen (Ørvur), 322+323 = 645.

Jógvan Niclasen (Tambar), 317+320 = 637.


Fjórðingsfinalur:

Narvi – Sámuel, 133 – 132.

Jógvan – Hans Petur, 133 – 132.


Hálvfinalur:

Jóannes – Narvi, 147 – 141.

Nikkel – Jógvan, 143 – 132.


Bronsudystur:
Jógvan – Narvi, 137 – 137; shoot-off,10-9.


Finala:

Jóannes – Nikkel, 147 – 145.

Kvinnur recurve:


Innleiðandi og endaligt:

Pernille Krogh (Vágaskot), 232+228 = 460.