Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.12.2022 15:14

Sosialurin og Dimmalætting leggja virksemið saman

Mynd: In.fo

Tíðindaskriv

Avtala er gjørd millum eigararnar av Dimmalætting og Sosialinum um at leggja virksemið hjá
báðum miðlunum saman frá 1. januar 2023 at rokna. Tó so verða miðlarnir framvegis hvør
sín miðil óheftir hvør at øðrum og við hvør sínum blaðstjóra.
Sosialurin kemur út enn sum áður eina ferð um vikuna við Vikuskiftis Sosialinum, og eina til
tvær ferðir um mánaðin við blað, sum verður borið í hvørt hús. Og heimasíðan in.fo heldur
fram sum higartil.
Í fyrstu atløgu verður longri ímillum tær prentaðu útgávurnar av Dimmalætting. Bíðað verður
eisini eftir, hvat nýggja landsstýrið ætlar við miðlastuðlinum. Sambært samgonguskjalinum,
so ætlar nýggja samgongan, at miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast, og at
miðlastuðulsskipan skal stuðla undir hetta.
Tá lógin um miðlastuðul varð broytt í fjør, var grundarlagið fyri blaðútgávu í Føroyum skert,
og nú verður ein seinasta roynd gjørd fyri at fáa raksturin av geva avkast, soleiðis at til ber at
geva tíðindabløð út við at leggja virksemi saman fyri tvey tey størstu bløðini í Føroyum. Tá ið
nýggja landsstýrið hevur boðað frá sínum ætlanum fyri miðlastuðulinum, verður støða tikin
um, hvussu nógvar blaðútgávur verða í framtíðini.
Tað er neyðugt at fáa lógina um miðlastuðul aftur á beint, tí sum nú er gevur skipanin ikki
grundarlag fyri at geva bløð út, tí hon eggjar til at bløðini skulu gera annað tilfar enn
siðbundið blaðtilfar, sum er kjarnuvirksemi hjá bløðunum. Tí er verandi skipan við til at
niðurlaga blaðútgávu í Føroyum.
Dimmalætting á netinum heldur fram á dimma.fo, har tilfar verður lagt út til haldarar hvønn
dag.